
Í minsta lagi tvey fólk ery deyð og 19 onnur vórðu særd í tveimum bumbuálopum í eysturafghanska býnum Jalalabad í dag.
Álopini vórðu rættaði móti Taliban-akførum, og er talan um fyrstu deyðiligu álopini í landinum, síðan nýggja Taliban-stýrið tók við í Kabul, skrivar Ritzau.
Sambært talsfólki hjá Taliban eru kvinnur og børn millum tey særdu.
Ein embætismaður fyri heilsumálaráðið í Nangarhar-landslutinum sigur, at trý fólk hava latið lív, og at 18 áru særd.
Jalalabad er høvuðsstaður í Nangarhar-landslutinum, sum er ein týðandi bastión hjá IS í Afghanistan.
Les eisini: Afghanistan: Dreingir farnir í skúla aftur
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald