Uttanlands

Burðardygg ferðavinna var høvuðsboðskapurin hjá Anniku Olsen

Í gjár helt borgarstjórin í Tórshavnar kommunu eina framløgu um burðardygga ferðavinnu á Arctic Circle-ráðstevnuni í Íslandi

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-10-12 15:08 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Arctic Circle er í hesum døgum í Reykjavík. Og í gjár helt Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, eina framløgu um burðardygga ferðavinnu fyri gestum á ráðstevuni. Serliga umrøðan av átakinum "Closed for Maintenance" hjá Visit Faroe Islands vakti ans, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu.

Annika Olsen segði m.a., at kommunan arbeiðir miðvíst fyri at fáa fleiri ráðstevnur og tiltøk til Føroya, sum styrkja støðuna hjá ferðavinnuni. Hetta verður m.a. gjørt við at geva neyðugu byggiloyvini til umbyggingar og nýggj gistingarhús. Haraftrat hevur kommunan eisini sett pening av til at fáa ráðstevnur, ítróttartiltøk og annað hendavegin.

Eftir framløguna gjørdi íslendska sjónvarpið, RÚV, samrøðu við Anniku Olsen um burðardygga ferðavinnu og serliga átakið "Closed for Maintenance".

Til ber at lesa framløguna hjá Anniku Olsen her.

Les eisini: Ráðið fyri arktiskar borgarstjórar sett á stovn

 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder