Innanlands

Burðardygg ferðsla á breddan í Varpinum í kvøld

Tað eru serliga "Ábær ferðsla" og "Ferðafólkaferðsla", sum Landsverk ynskir at seta sjóneykuna meira á og fáa kjak um

Landsverk og Klaksvíkar kommuna bjóðar til framløgu og kjak um burðardygga ferðslu í Varpinum mikukvøldið 25. september 2024 millum klokkan 19.00 og 20.30 (Mynd: Jan Müller)

Landsverk og Klaksvíkar kommuna bjóðar til framløgu og kjak um burðardygga ferðslu í Varpinum mikukvøldið 25. september 2024 millum klokkan 19.00 og 20.30 (Mynd: Jan Müller)

2024-09-25 10:59 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Samferðslukervið í Føroyum er í stóran mun bygt til bilin. Hóast vegir okkara eru einbreytaðir og tvíbreytaðir, so er sjáldan sett pláss av til ábæru ferðsluna. Ábær ferðsla fevnir um fólk til gongu, fólk við rørslu- ella øðrum tarni og fólk á súkklu ella á prutli.

Ábær ferðsla er nakað, ið Landsverk ynskir at fáa á breddan nú, eins og ferðafólkaferðsla.

Tískil hevur Landsverk lagt til rættis tvey temabløð, sum snúgva seg um "Ábæra ferðslu" og "Ferðafólkaferðslu".

- Samanumtikið snúgva bæði temabløðini seg um, hvussu vit í Føroyum kunnu skipa okkara flutningsmøguleikar burðardyggari við atliti til ábæra ferðslu, men eisini, hvussu vit kunnu brúka vaksandi ferðafólkatalið, til at skipa samferðsluna innanlands burðardyggari.

Soleiðis skrivar Landsverk á heimasíðu sínari, í sambandi við at bjóða verður til framløgu og kjak um burðardygga ferðslu í Varpinum. Tiltakið í Klaksvík verður í kvøld, mikukvøldið 25. september, millum klokkan 19.00 og 20.30.

Viðgjørt verður, hvussu man í komandi tíðum kann skipa samferðslu og ferðafólkaferðslu burðardyggari.

[object Object]
Mynd: Landsverk

Tiltakið byrjar við, at Brandur Sjúrðarson, búskaparfrøðingur á Landsverki, heldur eina framløgu um innihaldið í nýggju temabløðunum um ábæra ferðslu og ferðafólkaferðslu.

Síðani verður pallborðskjak um, hvussu vit kunnu eggja fleiri at súkkla og ganga, og hvussu ferðafólkaferðsla kann skipast skynsamari.

Endamálið við tiltakinum er at geva íblastur til, hvussu vit skipa eina framtíð, har rúm er fyri fjølbroyttari flytiføri í Føroyum, skrivar landsverk.fo.

Tiltakið er ókeypis og er partur av Virkið Heyst.

- Við Virkið Heyst vil Klaksvíkar kommuna seta sjóneykuna á tiltøk í kommununi sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi og á átøk, sum stuðla undir eina burðardygga framtíð.

Sí eisini: Virkið heyst verður í Klaksvik


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder