Serliga var tað vatnorkan, sum hilnaðist væl í apríl í ár, sammett við apríl í fjør. Nógv regn í fyrru helvt av mánaðinum sæst aftur í tølunum. Framgongdin í vatnorkuni í mun til sama tíðarskeið í fjør var 90 prosent. Sløk 36 prosent av samlaða býtinum var vatnorka, meðan oljan stóð fyri 53 prosentum, skrivar Sev á heimasíðu síni.
Vindorkan náddi harafturímóti bert upp á 11 prosent av samlaða orkubýtinum. Hetta er 36 prosent lægri enn sama tíðarskeið í fjør, og er partvíst orsakað av stillum veðri í apríl. Miðal vindferðin í Húsahaga var 8,5 m/s í apríl 2019, meðan hon var 7,6 m/s í apríl í ár.
Eisini hava tríggjar vindmyllur verið óvirknar í apríl í ár vegna skaða. Generatorbrekini eru ikki umvæld, vegna koronatiltøk.
Sólorkulundin í Sumba framleiddi slakar 14 MWt, sum má metast at vera góð úrtøka. Í samlaða orkubýtinum í apríl fylti sólorkan 0,05 prosent. Til samanberingar fylti sólorkan 0,02 prosent av orkubýtinum í fyrsta ársfjórðingi.
Í apríl var framleiðslan í meginøkinum 100 prosent grøn í 1,1 samdøgur, og meira enn 80 prosent grøn í tilsamans 6,3 samdøgur.
Korona minkar um elnýtsluna
Eftirspurningurin eftir elorku í apríl í ár er nærum tann sami sum sama tíðarskeið í fjør. Seinastu árini hava vit sæð eina støðuga munandi øking í eftirspurninginum eftir elorku, ofta upp móti 10 prosentum. Soleiðis var ikki í apríl í ár, tá eftirspurningurin øktist við 0,63 prosentum, úr 30,2 GWt í 2019 upp í 30,4 GWt í apríl 2020.
Minkaða virksemið í samfelagnum sum fylgja av koronatiltøkunum var at hóma í uppgerðini fyri mars, men er væl sjónligari í apríl. Orkunýtslan viku fyri viku hevur sum heild verið minkandi, og var lægst um páskirnar í viku 15.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald