Uttanlands

Burturkast í rúmdini til vanda fyri fólk

ISS rúmdarstøðin mátti í gjár snúgva sær undan leivdunum av eini japanskari rakett

ISS-rúmdarstøðin avmyndað við sólini í bagsýni (Savnsmynd: EPA)

ISS-rúmdarstøðin avmyndað við sólini í bagsýni (Savnsmynd: EPA)

2020-09-23 09:18 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Rúmdarfólkini umborð á altjóða rúmdarstøðini, ISS, máttu í gjár broyta kósina á støðini fyri at forða fyri, at hon ikki rendi saman við rúmdarburturkast.

Tað upplýsti amerikanska rúmdarfelagsskaparin, Nasa, sum í sama viðfangi hevur eina áheitan um eina ætlan um hvussu burturkast í rúmdini skal handfarast.

Russiskir og amerikanskir flogleiðarar arbeiddu saman í gjár til tess at broyta kósina, so forðast kundi fyri samanstoyti. Luturin fór framvið bert 1.400 metrar frá ISS, upplýsir Nasa.

Trý fólk eru umborð á ISS – tveir russar og ein amerikanari. Tey fluttu í eitt øki nærhendis rumdarfari teirra, Soyuz, meðan kórin varð broytt, so at tey vóru klár at fara av støðini, um tað skuldi verið neyðugt.

Sambært Nasa kundu rúmdarfólkini fara aftur til teirra uppgávur, so skjótt, sum vandin var av.

Hóttandi luturin var leivd av eini japanskari rakett, sum varð send út í 2018, skrivar stjørnufrøðingurin, Jonathan McDowell á Twitter. Rakettin brotnaði í 77 petti í fjør.

ISS liggur í ringrás umleið 420 kilometrar frá jørðini við eini ferð á 27.000 kilometrar um tíman. Við slíkari ferð kann sjálvt minsta petti gera álvarsligan skaða á sólpanel ella annað á rúmdarstøðini.

Tað er javnan, at kósin má rættast av hesi orsøk. Sambært Nasa er tað hent 25 ferðir í tíðarskeiðinum 1999 til 2018.

Stjórin fyri Nasa, Jim Bridenstine, skrivar á Twitter, at hetta var triðja ferðin, at kósin mátti broytast í ár.

Slíkar tillagingar skulu gerast alt oftari, tí alt fleiri leivdir frá fylgisveinum, rakettum og øðrum útsendum lutum hesi seinastu seksti árini, rekast rundan um jørðina.

Jim Bridenstine heldur, at trupulleikin við burturkasti nú er so stórt, at amerikanska kongressin eigur at seta pengar av til at gera okkurt við trupulleikan, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder