Innanlands

Búsetur skal byggja 24 íbúðir í Norðragøtu

Arbeiðstakarasáttmáli er undirskrivaður millum P/F Eyðabø og Búsetur

Dávid Jacobsen, nevndarformaður hjá Varðanum, og Sjúrður Holm, stjóri hjá Búsetur

Dávid Jacobsen, nevndarformaður hjá Varðanum, og Sjúrður Holm, stjóri hjá Búsetur

2024-06-07 10:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nú er arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður ímillum P/F Eyðabø og Búsetur, um at byggja 24 íbúðir í Norðragøtu.

Arbeiðið er skipað sum heildararbeiðstøka, og fevnir um at byggja tveir íbúðarblokkar við í alt 24 íbúðum. Harumframt verður eitt øki gjørt byggibúgvið, til ein møguligan triðja íbúðarblokk við 10 íbúðum.

Sáttmáli er somuleiðis undirskrivaður við Búsetur um at gera vega- og lendisarbeiðið til íbúðarøkið.

Herfyri varð samstarvsavtala gjørd ímillum P/F Eyðabø og Eysturkommunu, sum loyvir Eysturkommunu at leiga nakrar av íbúðunum.

Arbeiðið fer í gongd beinanvegin, og verður liðugt við ársenda 2026. 

[object Object]Frá vinstru: Bogi Jacobsen, stjóri hjá Varðanum, Sjúrður Holm, stjóri hjá Búsetur, Dávid Jacobsen, nevndarformaður hjá Varðanum og Hallur Hansen, arbeiðsformaður hjá Búsetur.

[object Object]Teldurgjørd mynd sum vísur hvussu íbúðurnar fara at síggja út

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder