- Stór hall á fíggjarlógini í 2024 og 2025 er eitt framhald av somu óhepnu gongd í almennu fíggjarstýringini. Úrslitini á fíggjarlógini eiga ikki at vísa so stór hall, tá hugsað verður um verandi góðu konjunkturstøðu.
Búskaparráðið og Landsbankin legggja ikki fingrarnar millum, tá tað skal gerast upp, hvussu fíggjarstýringin er, og hvussu fíggjarlógin í ár og næsta ár helst fara at síggja út.
Ruth Vang fer í næstu at leggja fíggjarlógina fram. Í Degi & Viku fyri stuttum vildi landsstýriskvinnan í fíggjarmálum einki siga um, hvussu stórt hallið verður - og um tað er størri ella minni, enn metingin hjá Bússkaparráðnum er.
Tað ber sjálvandi ikki til at siga endaliga, men tá ráðið fyrst í septmber legði heystfráfrágreiðingina fram, varð millum annað mett at hallið á fíggjarlógini fer at verða 560 milliónir krónur í 2024 og 480 milliónir krónur í 2025.
Hetta er, tá atlit verður tikið til, at ikki allar inntøkurnar frá veiðigjaldinum og tøkugjaldinum eru tøkar hjá politisku myndugleikunum at ráða yvir í 2024 og 2025 - tí ein partur skal í Búskapargrunnin. Hetta vísir Landsbanki Føroya á í skrivi á heimasíðu sínari í dag.
Í grafinum niðast verður víst á, hvussu úrslitið sær út árini 2020-2025. Undirskot, ið eru á leið 1 prosent av BTÚ eru stór í ES høpi og fyri 2024 sær undirskotið út til at nærkast 2 prosent av BTÚ, tá flytingarnar til búskapargrunnin verða tiknar við.
- Úrslitið á fíggjarlógini, sum hon er sett upp nú, vísir ikki rætta úrslitið, tí allar tilfeingisinntøkurnar vera inntøkuførdar, soleiðis at tað sær út til, at landsmyndugleikarnir hava meira tiltøkupening enn tey veruliga hava
Nøkur ráð eru eisini givin. Millum annað tað at landsstýrið eigur at gera langtíðarætlanir fyri fíggjarligu gongdina hjá landskassa og kommunum undir einum, tí stórar avbjóðingar eru fyri framman orsakað av demografisku gongdini.
- Tað er ikki nokk at pjøssa uppá fíggjarlógina við óítøkiligum átøkum fyri 35 millónum krónum um árið, sum ætlanin er, sambært kørmunum hjá Fíggjarmálaráðnum. Neyðugt er við nýskipanum, sum veruliga muna, fyri at fáa fíggjarpolitikkin aftur á beint.
Úrslitið á fíggjarlógini
(Mynd: landsbankin.fo)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald