Innanlands

Ákæran móti grindaformonnum slept

Grindaformenn í Norðoyggjum eru ikki longur ákærdir fyri djórapínslu. Málið er slept eftir at løgtingið hevur broytt lógina um djóravælferð

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-06-01 20:56 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ákæruvaldið hevur slept ákæruni móti einum sýslumanni og grindaformonnum í Hvannasundi. Tað hava teir nú áður ákærdu fingið boð um, sigur Grindafelagið í fráboðan.

Løgtingið samtykti í síðstu viku at veiða og fiskiveiða ikki eru fevnd av djóravælferðarlógini, og hetta kom í gildi fríggjadagin 29. mai. Í síðstu hevði ákæruvaldið onga viðmerking, men nú er altso greitt, at ákæran verður slept.

- Eitt tógvi stríð og miðvíst arbeiði er sostatt komi at enda og fegnast felagið nú um, at man aftur kann fara í grind og ikki vera bangin fyri, at vera meldaður eftur djóravælferðarlógini og at allar ákærur eru sleptar, sigur Ragnar Jacobsen, formaður í Grindamannafelanum.

Tað var á sumri 2025, at útlendskur umhvørvisfelagsskapur meldaði grindaformenninar til løgregluna. Ein grind varð funnin á Norðoyastevnu og tað var ikki nokk av fólki av landi at drepa grindina. Tí varð bíðað til kappróðurin var av, og síðani var grindin hildin til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder