Innanlands

Bussleiðin: Bert níggju ferðandi í senn

Bussleiðin í Tórshavnar kommunu koyrir sum vant, men er serliga ætlað fólkum ið røkja samfelagsligar kjarnuuppgávur. Eldri fólk skulu ikki nýta bussarnar fyribils

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2020-03-17 17:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár komu nýggj og herd tiltøk ímóti koronasmittuni frá Heilsumálaráðnum. Mest merkisvert var, at nú skulu í mesta lagi 10 fólk savnast.

Les eisini: Herd tiltøk: Í mesta lagi 10 fólk

Hetta fer nú at síggjast aftur í millum annað býarbussinum hjá Tórshavnar kommunu.

Kommunan upplýsir, at bussleiðin koyrir sum vant, men bara níggju ferðandi, umframt bussførarin, kunnu vera í bussunum samstundis.

Heitt verður eisini á eldri fólk, ið eru í vandabólkinum, um ikki at brúka bussarnir fyribils

Tórshavnar kommuna skrivar, at í løtuni eru bussarnir serliga ætlaðir starvsfólkum, sum røkja samfelagsligar kjarnuuppgávur. Hetta eru starvsfólk í heilsuverkinum, á eldraøkinum, løgreglu, kriminalforsorg, tilbúgving, ruskkoyring, handilsvinnu, flutning, útflutningsvinnu, almennan tíðindaflutning og annað.

Bussarnir verða sóttreinsaðir hvønn dag við serligum spritti, sum sóttreinsar alt í eina viku, boðar Tórshavnar kommuna frá

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder