2020-01-03 13:24
Tá klokkan var uml. hálvgum tólv fór ein bussur hjá bygdaleiðum út av vegnum.
Hetta hendi norðan fyri Landsfjósið hjá Landsverki í Kollafirði.
Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at tað var helst ein kombinatión av nógvum vindi og hálku, sum var orsøkin.
Eingin skaði var tó av nøkrum slagi, og bussurin varð hálaður upp aftur.
Sambært vaktleiðaranum vóru átta ferðafólk í bussinum umframt bussførarin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald