Innanlands

Bussur koyrt útav omanfyri Syðrugøtu

Ein bussur koyrdi útav vegnum fyrrapartin, men eingin skaði var av nøkrum slagi, sigur løgreglan

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

(Mynd: Oliver Joensen / Norðlýsið)

2019-12-14 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Landsverk hevur ávarað um vánalig koyrilíkindi kring landið, og Strandferðslan hevur eisini boðað frá, at fleiri bussleiðir ikki koyra í løtuni.

Les eisini: Vánalig koyrilíkindi ávirka bussleiðina

Um klokkan 11 fyrrapartin koyrdi ein bussur eisini útav omanfyri Syðrugøtu.

Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at orsøkin var nokk ein kombinatión av hálkuni og vindinum.

Lítið av fólki vóru í bussinum, tá óhappið hendi, og sum skilst var hvørki nakar materiellur skaði ella fólkaskaði.

Um bussurin er farin víðari, ella um hann stendur har enn, veit vaktleiðarin ikki at siga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder