Demokraturin Pete Buttigieg stuðlar fyrrverandi varaforsetanum, Joe Biden, at gerasst forsetavalevni til valið í november.
- Eg ynski ein forseta, sum veit, hvat er best fyri okkum øll, og eg heiti á øll, sum hava stuðla mær, um at gera tað sama. Eg heiti á fólk um at stuðla Joe Biden sum komandi forseta, segði Pete Buttigieg í Dallas, har Joe Biden eisini var til staðar.
Joe Biden sigur, at Pete Buttigieg minnir hann um sonin Beau, sum doyði av krabba í heilanum í 2015.
- Eg veit, at hetta einki hevur at siga fyri tey flestu, men fyri meg er tað tað størsta rósið eg kann geva einum manni ella eini kvinnu, segði Joe Biden á veljarafundinum í Dallas, sambært CNN.
Beau Biden doyði í mai 2015, 46 ára gamal.
Biden móti Sanders
38 ára gamli Pete Buttigieg hevði sjálvur møguleikan fyri at gerast yngsti og fyrsti samkyndi forsetin í USA, men sunnudagin tók hann seg aftur úr valstríðnum.
Eftir bert átta prosent á undanvalinum í South Carolina um vikuskiftið, valdi Pete Buttiggieg at avlýsa sýnar ætlaðu veljarafundir í Texas.
- Veruleikin er, at mín leið til forsetaembætið endaði, men stríðið er ikki av, segði Pete Buttigieg við sínar stuðlar í heimbýnum South Bend í Indiana sunnudagin.
Joe Biden stendur nú størsti kappingarneytin hjá Bernie Sanders til at gerast demokratiskt forsetavalevni.
Buttigieg nevndi ikki Sanders við navni í síni røðu, men hevur fyrr sagt, at hann ikki heldur, at ikki væntar, at 78 ára gamli senatorurin fer at klára seg í stríði móti Trump. Avgerð hansara kom beint áðrenn Super Tuesday, har tað skulu veljast 1.300 valfólk í 14 statum.
Klobushar eisini tikið seg aftur
Í gjár boðaði Amy Klobuchar frá, at eisini hon tekur seg aftur úr demokratiska valstríðnum. Hon hevur ikki beinleiðis sagt, hvønn hon nú stuðlar, men eygleiðarar meta, at tað eisini er til fyrimuns fyri Joe Biden, at hon nú hevur tikið seg aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald