Innanlands

Bygdaleiðir støðga

Stransferðslan støðgar allari busskoyring restina av mánaðinum

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-03-13 12:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú støðgar almenna busskoyringin hjá Bygdaleiðum. Strandfaraskip Landssins boða í dag frá, at busskoyringin støðgar í dag.

Soleiðis stendur at lesa hjá heimasíðuni ssl.fo:

”Orsakað av smittubreiðslu og sæð í mun trygd hjá manningum, bussførarum og ferðandi sum heild verða Bygdaleiðir tiknar úr rakstri í dag og fyribils til 30. mars.

Atgerðir og trygdartiltøk taka støði í fyrivarni, ið skulu tryggja, at vit hava manningar, bussførarar og aðrar lyklapersónar tøkar. Verður ein smittaður, skulu øll í nærumhvørvinum í karantenu, og tað kann seta allar ferjur og bussar út av dagliga rakstrinum í óavmarkaða tíð.”

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder