
Tá Olaf Haldansen kom til Føroya aftur eftir loknan lestur í Haslev miðskeiðis í 1950’unum, byrjaði hann virksemi í egnum snikkaraverkstaði, sum hann hevði gjørt sær í kjallaranum hjá foreldrunum. Har hevði hann sítt virksemi tey næstu 11-12 árini – til 1968, tá ið hann bygdi hann sær nýtt og størri verkstað úti á Bakka.
Virksemið í nýggja verkstaðnum vardi í 20 ár - til hósdagin 5. januar 1989. Tá varð hann útpurraður klokkan fimm um morgunin við ófrættaboðum: Verkstaðið úti á Bakka stóð í ljósum loga!
Hann fór við sjógv á bak oman á Bakka, men har var einki at gera – verkstaðið brann í grund við øllum, sum inni var.
Eftir eldsbrunan bygdi Olaf sær eitt stórt snikkaravirki inni á Fjørð – í 1991 ella har á leið.
– Tað gekk sera væl, og eg hevði sera nógv at gera – til eg knappliga einki hevði at gera, sigur Olaf.
Hann sipar til kreppuna í 1992, tá ið Føroyar fóru á húsagang og alt – ikki minst húsabygging – steðgaði upp.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Olaf sjálvur slapp ikki undan, tí eftirsum eftirspurningurin eftir húsum og snikkaraarbeiði yvirhøvur fór í botn, so megnaði hann ikki at halda sínar skyldur. Bert 2-3 ár eftir, at hann var byrjaður, og bara fimm ár eftir at verkstaðið úti á Bakka brendi í grund, misti hann nýggja verkstaðið inni á Fjørð.
Tá ið virksemið so smátt kom í gongd aftur, so gjørdi Vestmanna Timburhandil, sum átti Fjarðahús, Olafi umstøður til eitt verkstað í timburhandlinum. Har hevði hann sítt virksemi nakað væl inn í hesa øldina, tá ið hann tók nýggja avgerð um at fara aftur á slóðina: Í 2009 – tá hann var 78 ára gamal – bygdi hann verkstaðið á Bakka uppaftur.
Og tað er her hann brúkar stórt sæð alla sína tíð – bæði tí at fólk vilja hava eitthvørt gjørt og tí Olaf altíð er klárur til eitt prát.
Í Blaðnum Vikuskifti, sum er nýggja blaðið hjá Portalinum, ber til at lesa alla samrøðuna við Olaf Haldansen í Vestmanna, sum í desember fylti 90 ár, og framvegis arbeiðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald