Innanlands

Byggiloyvir til 16 hús í Vágs kommunu

Óvanligt, at so stórur áhugi er at byggja í hesum økinum 

2020-10-09 08:31 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Gongdin í Vágs kommunu hevur seinastu árini verið góð við fólkavøkstri og vinnuligum vøkstri, ikki minst innan ferðavinnuna. Gongdin sæst eisini aftur í húsasølum seinastu 3-4 árini, har m.a. ungar familjur hava keypt eldri hús og dagført tey.

Innan ferðavinnuna eru eisini nógvar nýggjar íløgur og talið av songjaplássum er fleirfaldað seinastu árini, frá umleið 35 songjaplássum í 2013 til umleið 170 songjapláss í 2020.

Góða gongdin er eisini sjónlig øktum fyrispurningum eftir grundstykkjum og veksandi áhuga fyri at byggja í Vági. Seinasta mánaðin hevur Vágs kommuna eisini givið byggiloyvið til 16 nýggj hús í Vágs kommunu.

Fyri trimum vikum síðani varð byggiloyvið givið til 10 frítíðarhús við Traðarveg, og nú í vikuni varð byggiloyvið givið til seks lutaíbúðir í Mýrunum.

- Tað er altíð hugaligt at viðgera umsóknir um byggiloyvir, sigur Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd, men í tey 40 árini, eg havi sitið í Vágs býráð, er hetta fyrstu ferð, at vit hava givið byggiloyvir til 16 hús uppá tríggjar vikur, so hetta er ein sera spennandi tíð.

- Vit gleðast um áhugan at gera íløgur í Vágs kommunu, bæði tá tað kemur til bústaðarbygging og bygging til ferðavinnuendamál. Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við at skapa menning í nærumhvørvinum, har m.a. ferðavinnan hevur verið eitt tilvitað satsningsøkið – og vit kunnu bara gleðast um, at hetta arbeiðið nú berur frukt bæði á vinnuliga økinum og við at fleiri fólk tilvelja Vágs kommunu, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.

Í næstum verður farið undir at byggja lutaíbúðirnar í Mýrunum, sum eftir ætlan skulu standa lidnar seint komandi ár. Eisini ætlanin við frítíðarhúsum ferð ígongd í næstum og er ætlanin, at tey fyrstu frítíðarhúsini skulu standa klár seint komandi vár. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder