2020-11-18 10:27

Nývalda býráðið í Klaksvíkar kommunu fer at skipa seg í kvøld, tá almennur fundur verður. Tað skrivar kommunan á heimsíðuni.
Á fundinum verða borgarstjóri, varaborgarstjóri og nevndirnar valdar.
Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Tjóðveldi hava skipa samgongu í Klaksvíkar kommunu, har Karl Johansen úr Sambandsflokkinum verður nýggjur borgarstjóri.
Vegna koronu verður ikki møguligt at hava áhoyrarar inni í býráðshøllinum, men fundurin verður stroymdur, so øll hava møguleikan at fylgja við á netinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald