Innanlands

Býráðið í Sunda kommunu skipað

Nevndirnar vóru mannaðar á fundi í gjár

Eyðstein Zachariasen, komandi borgarstjóri í Sunda kommunu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eyðstein Zachariasen, komandi borgarstjóri í Sunda kommunu (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-11-27 17:48 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Komandi býráðið í Sunda kommunu er nú skipað. Fyrsti fundurin hjá nývalda býráðnum, sum tekur yvir á nýggjárinum, varð hildin 14. november, tá borgarstjóri og varaborgarstjóri vórðu vald.

Eyðstein Zachariasen, fyrstvaldur á lista C verður borgarstjóri, og Jóhanna Paula við Streym, fyrstvald á lista B (kvinnulistanum) verður varaborgarstjóri.

Á tí fundinum hendi tað, at núverandi borgarstjórin, Jógvan Kruse, vegna minnilutan í komandi býráð (Trygvi Kallsoy, Marni E. Joensen, Jógvan Kruse og Rógvi Nybo) skjeyt Jóhonnu Paulu við Streym upp sum borgarstjóra. Men hetta uppskotið fall. Sjálv atkvøddi Jóhanna Paula ímóti.

Eftir tað skjeyt Jóhanna Paula við Streym upp, at velja Eyðstein Zachariassen til borgarstjóra, og tað uppskotið varð samtykt við seks atkvøðum fyri og fýra ímóti.

Ingibjørg Egholm á kvinnulistanum greiddi ikki atkvøðu í hesum atkvøðugreiðslunum.

Valið av Jóhannu Paulu við Streym til varaborgarstjóra var einmælt.

Á fundinum í gjárkvøldið vórðu nevndirnir valdar. Síðani fyrra fundin er hent tað, at Marni E. Joensen er komin við í valbólkin hjá meirilutanum, sum nú telur átta býráðslimir: Eyðstein Zachariasen, Hanna Paula við Streym, Marni E. Joensen, Lena Dam, Haraldur S. Hammer, Rakul Martinsdóttir Johansen, Hallgerð Hansen og Ingibjørg Egholm.

Í minniluta eru: Jógvan Kruse, Rógvi Nybo og Trygvi Kallsoy.

Komandi nevndirnar í Sunda kommunu síggja soleiðis út:

Fíggjarnevnd: Eyðstein Zachariasen, formaður, Lena Dam, varaforkvinna, Haraldur S. Hammer. Marni E. Joensen og Jógvan Kruse.

Tekniskanevnd: Lena Dam, forkvinna, Rakul M. Johansen, varaforkvinna, Ingibjørg Egholm, Marni E. Joensen og Rógvi Nybo.

Trivnaðarnevnd: Hallgerð Hansen, forkvinna, Hanna Paula við Streym, varaforkvinna, Rakul M. Johansen, Marni E. Joensen og Trygvi Kallsoy.

Vinnu- og umhvørvisnevnd: Haraldur S. Hammer, formaður, Hallgerð Hansen, varaforkvinna, Ingibjørg Egholm, Marni E. Joensen og Rógvi Nybo.

Tilbúgvingarnevnd: Eyðstein Zachariasen, formaður, Hanna Paula við Streym, næstforkvinna, og Trygvi Kallsoy.

Stýrið fyri VEKS: Eyðstein Zachariasen, Hanna Paula við Streym og Jógvan Kruse.

Umboð í Sev: Haraldur S. Hammer

Umboð í IRF: Lena Dam 

(Tekstur rættaður kl. 18.17 og 18.37)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder