Innanlands

Býráðsfundirnir verða framyvir hildnir í Varpninum

Søguligur býráðsfundur í Klaksvík í kvøld - har skal millum annað støða takast til eina eykajáttan upp á tríggjar milliónir til júst Varpið

Býráðsfundir hava annars í langa tíð verið í býráðshúsinum á eystaru síðu av Klaksvíkini. Nú er greitt, at hesir framyvir vera í stáðisliga nýggja mentanarhúsinum í miðbýnum (Mynd: Jan Müller)

Býráðsfundir hava annars í langa tíð verið í býráðshúsinum á eystaru síðu av Klaksvíkini. Nú er greitt, at hesir framyvir vera í stáðisliga nýggja mentanarhúsinum í miðbýnum (Mynd: Jan Müller)

2024-02-22 14:49 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Býráðsfundur verður í Klaksvík í kvøld. Tað er einki óvanligt í hesum - býráðið í Klaksvík hevur vanligt slíkar seinasta hóskvøldið í hvørjum mánaða.

Tað verður tó talan um ein søguligan, sum klaksvik.fo skrivar.

- Hetta er fyrsti býráðsfundur, sum verður hildin í býarsalinum í Varpinum, har regluligu fundirnir hjá býráðnum framyvir verða hildnir.

Býráðsfundir hava annars í langa tíð verið í býráðshúsinum á eystaru síðu av Klaksvíkini. Nú er greitt, at hesir framyvir vera í stáðisliga nýggja mentanarhúsinum í miðbýnum.

Á fundinum í kvøld klokkan 17.30 skal millum annað ein íløgujáttan til júst Varpið játtast við aðru viðgerð. Talan er um tríggjar milliónir krónur. Hetta varð játtað í síðsta mánaða - upprunaliga søkti grunnurin fyri mentanarhúsið um fimm milliónir krónur.

Les eisini: Varpið fær tríggjar milliónir frá býráðnum

Klaksvíkar býráð skal eisini taka støðu til seks onnur mál - sí yvirlit her

Til ber at stroyma almenna býráðsfundin umvegis leinkið á forsíðuni. Til ber eisini at lurta eftir býráðsfundinum á stream.fo og á FM 98,7, upplýsir klaksvik.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder