2020-03-19 16:37
Ein býráðslimur í Tórshavnar býráð hevur fingið staðfest koronavirus.
Hetta váttar Annika Olsen, borgarastjóri í Havn, fyri Kringvarpinum seinnapartin.
- Hetta ávirkar ikki býráðsarbeiðið sum so, tí vit fylgja tilmælunum frá myndugleikunum, og vit arbeiða við videofundum.
Borgarstjórin vil í løtuni ikki siga, um aðrir býráðslimir skulu í sóttarhald orsaka av hesum.
Tað er ikki kunngjørt, hvønn býráðslim talan er um, men tað er fyrsti politikkari, sum hevur fingið koronasmittuna, sum vit vita um.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald