Innanlands

Býráðspolitikarar eftirlýsa hjálparpakka

Gistingarhús, matstovur, handlar og nógvar aðrar tænastur í kommununi hava bráðfeingis tørv á hjálparpakka, siga býráðspolitikarar í Havn

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

(Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2020-03-31 08:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Politikararnir í Tórshavnar býráð bera nú ótta fyri, at stórur partur av virkseminum hjá sjálvstøðugum vinnurekandi í býnum nú er í vanda fyri at fara fyri bakka.

Meirilutin í býráðnum, umboðandi allar flokkar uttan Javnaðarflokkin, hevur sent út skriv har tey vísa á hvussu neyðugt tað er við einum hjálparpakka fyri vinnuna.

- Tað er avgerandi, at vinnan nú fær eina hjálpandi hond. Vit eru í eini undantaksstøðu, sum hevur fingið stjórnir kring okkum at seta stórar upphæddir av til vinnuna. Tórshavnar kommuna hevur ikki lógarheimild til at stuðla vinnuni fíggjarliga, men kommunan vil fegin vera ein virkin viðleikari og verða tikin upp á ráð, so hjálparpakkin fær spent neyðuga trygdarnetið undir mongu fyritøkurnar, sum nú eru í fríum falli, skriva flokkarnir og leggja afturat.

- Tí er tað bæði gott og neyðugt, at landsstýrið nú kemur við einum vinnuligum hjálparpakka, sum kann forða fyri eini vanlukkuligari støðu við skjótt vaksandi arbeiðsloysi.

Skrivið sæst her  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder