
Eingin hevur verið koppsettur í Føroyum seinastu vikuna, og orsøkin er einføld: Bíðað verður eftir nýggjari sending við koppingarevni.
Ein slík kemur nú heilt skjótt - eftir øllum at døma í annaðkvøld skrivar corona.fo. Talan er um koppingarevni frá Pfizer, og tríggir bakkar eru í. Hetta svarar til 4.000 skamtar.
- Góður helmingurin av skamtunum verður brúktur til at koppseta fólk, ið ikki eru koppsett áður. Restin skal nýtast til at endurkoppseta fólk, ið hava fingið fyrra prikið.
Tað er í fyrstu syftu tey, sum eru 75 ár og eldri, sum hava møguleikan at bóka tíð til koppseting á korona.fo.
Higartil eru 6.641 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 12,5 prosent av fólkinum hava fingið fyrru koppseting, meðan 4.129 fólk, ið svarar til 7,8 prosent av fólkinum, eru liðugt koppsett.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald