Innanlands

Byrja aftur í Fámjinstunlinum

Eftir ætlan verða teir seinastu stóru 50 metrarnir boraðir næsta mánaðan

Vantandi tilfar undir verkfallinum hevur darvað arbeiðnum seinastu tíðina, sigur fyribils stjórin í Landsverki við KVF (Mynd: Landsverk)

Vantandi tilfar undir verkfallinum hevur darvað arbeiðnum seinastu tíðina, sigur fyribils stjórin í Landsverki við KVF (Mynd: Landsverk)

2024-06-13 17:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Verkfallið hevði sína ávirkan á ymsan hátt. Í sambandi við Fámjinstunlinum var tað ymiskt tilfar, sum ikki kom til landið. 

Hetta hevur seinka arbeiðnum, sigur Marjun Weihe Thomassen, virkandi stjóri í Landsverki, við Kringvarpið.

Heimasíðan hjá Kringvarpinum skrivar eisini, at nú verið farið í gongd aftur at bora og tryggja tunnilin. Har er ikki so nógv eftir.

Tað eru 51 og ein hálvur metrar eftir at bora. Hetta tekur eini tríggjar og fýra vikur at bora, sambært framrokningunum hjá Landsverk. Harvið eigur Fámjinstunnilin at vera skotin í gongd innan næsta mánaðan

Tunnilin fer at kosta nógv meira enn tær 169 milliónirnar, sum kostnaðarmetingin annars var.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder