2021-01-21 20:55

Um miðjan februar verður høvuðsarbeiðstøkan av teimum báðum tunlunum norður um Fjall boðin út. Tað sigur Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, við útvarpið í dag.
Eftir ætlan skulu tunlarnir Norður um Fjall verða lidnir í 2024.
Løgtingið samtykti seinnapartin í dag einmælt við aðru viðgerð at hækka kostnaðin í verklagslógini til nýggju tunlarnar úr 252 milliónum krónum og upp í 522 milliónir krónur.
Triðja og seinasta viðgerðin av uppskotinum frá Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni, verður týsdagin 26. januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald