
30. desember 2020 fekk serlæknin Poul Verner tí allarfyrstu koppsetingina fyri koronu á Klaksvíkar sjúkrahúsi.
Síðani hava starvsfólk á tí eina av teimum trimum sjúkrahúsinum í landinum gjørt umleið 20.000 koppsetingar. Arbeiðsbyrðan hevur verið, og er, stór, og trupulleikar eru við at lyfta uppgávuna, tí starvsfólk hava seinasta árið nýtt nógva orku uppá koppsetingar.
Hetta er høvuðsorsøkin til, at starvsfólk í Apoteksverkinum nú fara at fremja koppsetingarnar. Nøkur starvsfólk frá Klaksvíkar sjúkrahúsi fara framvegis at vera partur av koppsetingartoyminum, men tó mest í mun til ta umsitingarliga. Hetta segði Hjalti Gunnarstein, landsapotekari, í samband við at tað varð kunngjørt, at Apoteksverkið fer at taka sær av koppsetingum.
Fyrstu koppsetingarnar á Norðoya apoteki, sum liggur á Klaksvíksvegi, verða gjørdar í dag, tann 28. desember. Tað fer helst ikki at ganga lang tíð, til Apoteksverkið fer at koppseta í Suðuroynni eisini.
Sum vanligt skal tíð bíleggjast á korona.fo. Tað er serliga triðja prik, ið hevur verður givið seinastu tíðina. Nú hava 27 prosent av teimum, ið eru yvir tólv ár, fingið tað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald