Tann 24. februar næsta ár verður Sjónleikarhúsið karmur um sterkasta poppbólkin Føroyar nakrantíð hava framleitt, BYRTA. Hetta er eitt heilt serligt høvi, tí tað er fyrstu ferð Byrta framføra í Sjónleikarhúsinum, einum av teimum bestu pallunum í landinum. Eisini kemur tann herligi SAKARIS at hita dansigólvið upp.
Gorilla Undirgrundin fyriskipar konsertina, og hevur stórar ætlanir um at umskapa salin í Sjónleikarhúsinum til ein Byrta hugaheim. Tey gleða seg at bjóða tykkum til eitt brak av einari konsert.
Byrta
Tað eru fáir tónleikabólkar, ið hava megna at bergtikið Føroyar, sum bólkurin Byrta.
Sjálvt um tað eru yvir tíggju ár síðan, at vit fyri fyrstu ferð hoyrdu løg, so sum Loyndarmál og Norðlýsið, eru eyðkendu poppløgini ongantíð steðgaði við at vera í umferð í útvarpinum og heimaballum.
Popptónleikur á føroyskum var einki nýtt, men føroyskur poppur hevði aldrin áður ljóða so altjóðakendur og tíðarleysur, sum poppurin hjá Byrta. Við at levera bangara eftir bangara stoypti Byrta sær eitt fast pláss í føroysku tónleikasøguni og í føroyskum hjørtum.
Seinast vit sóu Byrta framføra var á G! 2023, har tey gjørdu sandin til eitt kempi ball. Føroyingar høvdu bíða, og Byrta leveraði eina stórfingna konsert, sum flest ongantíð fara at gloyma. Uni L. Hansen skrivaði soleiðis aftaná konsertina “Um nakar ivaðist í, at BYRTA var ársins høvuðsnavn á G! festivalinum, so ivaðist ongin eftir konsertina á Sandinum fríggjakvøldið”.
Tað er eingin ivi um, at hetta verður eitt ógloymandi kvøld í Sjónleikarahúsinum, tá vit enn einaferð fara at dansa saman á hennara dansigólvi við føroya sterkastapoppbólki, Byrta.
Support: SAKARIS
Tað kann gera tað sama, um hann syngur um sín strandakropp, ella tá hann ikki leggur til merkis, tá makin hevur pynta seg fyri sær - Sakaris megnar altíð at fáa dansigólvið upp á kók í einum gosbaði av góðum veibum. Hansara fangandi, 80ara kendu og dansivinarligu synth popp løg, eru altíð á kantinum til at vera kiksaði, uttan at detta út í. Og vit elska tað.
Sakaris tekur ikki lívið ov seriøst, og dugur at flenna eftir sær sjálvum. Við sínum jaliga gandaposa av stuttleika, fær hann okkum at gloyma lívsins trupulleikar - í øllum førum í eina løtu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald