2023-07-07 17:45
Tað eru 10 ár liðin síðan popp duoin Byrta gav sína fyrstu útgávu út.
Útgávan var sera væl mótikin á sinni og løg sum Loyndarmál og Norðlýsið vóru nógv at hoyra í Kringvarpinum, men nú kemur hendan sama útgáva út á LP, fyri fyrstu ferð.
Útgávutiltak verður í Tutl handlinum leygardagin 8. juli kl 14, har BYRTA fer at framføra nøkur løg og høvið verður at ogna sær eitt eintak av Lp´ini við undirskrift. Bólkurin hevur júst útgivið staklagið ”Vak meg ei” og bólkurin fer eisini at framføra á ársins G! festivali.
Útgávutiltakið er ókeypis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald