Innanlands

Býta um starvfólk við Nuuk og Aalborg

Til heystar verða verkstovur, har endamálið er at taka samanum royndirnar, sum starvsfólkini hava fingið sum skiftisstarvsfólk. Starvsfólk frá ávikavist Aalborg, Nuuk og Tórshavn hittast fyri at menna arbeiðshættir innan framhaldandi endurmenning

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2020-02-29 10:26 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nordisk Arktisk Rehabilitering er farið undir annað verkætlanarárið. Í ár verður dentur lagdur á vitanardeiling og norðurlendska samvirkan. Hetta verður gjørt við at býta um starvsfólk. Mándagin 2. mars fara fýra starvsfólk, sum starvast í Heilsu- og umsorganartænastuni, til Aalborg at arbeiða í eina viku. Hetta er fyrsta liðið av trimum, sum fer avstað.

Hesuferð eru tað Karin T. Olsen, visitator, Tonny Jacobsen og Hildur Johannesen, bólkaleiðarar í Heimatænastuni, og Hervør Hermansen, heilsurøktari, sum fara til Aalborg. Seinni í ár fara ergoterapeutar, fysioterapeutar og starvsfólk úr Heimatænastuni avstað.

Skráin fyri arbeiðsvikuna í Aalborg er drúgv, og lagt verður upp til áhugaverdar, innihaldsríkar og gevandi dagar, har endurmenning er høvuðsevnið. Starvsfólkini í verkætlanini fáa høvi at leggja fram arbeiðshættir hvør fyri øðrum - bæði á eldrabústøðum og í heimarøktini.

Til heystar verða verkstovur, har endamálið er at taka samanum royndirnar, sum starvsfólkini hava fingið, tá ið tey hava verið skiftisstarvsfólk. Starvsfólk frá ávikavist Aalborg, Nuuk og Tórshavn hittast fyri at menna arbeiðshættir innan framhaldandi endurmenning.

Nordisk Ministerråd hevur stuðlað Nordisk Arktisk Rehabilitering. Endamálið er at deila vitan og royndir, skapa møguleika fyri at gerast skiftisstarvsfólk hvør hjá øðrum og gera uppskot til átøk og hættir til at betra endurmenningina í norðurlendska partinum av arktiska økinum. Verkætlanin ber í sær broytta fatan, áskoðan og økta tilvitan um, hvussu endurmenning kann verða ment, og sum byggir á eitt felags endamál um, at fleiri borgarar fáa so góða lívsgóðsku sum gjørligt.

– Tórshavnar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder