
Í fjør var hon tvær ferðir í Føroyum. Í juli vitjaði sendikvinnan millum annað Vinnuhúsið og í Klaksvík. Í november vitjaði Carla Sands í Eysturoyartunnilinum, hjá Bakkafrosti og umborð á nýggja havrannsóknarskipið Jákup Sverra. Men vitjanin snúði seg fyrst og fremst um at skriva eina partalagsyvirlýsing.
- Partalagsyvirlýsingin hevur til endamáls at skipa ein formligan karm, til tess at styrkja samstarvið millum USA og Føroyar, eitt nú innan handil, gransking, mentan og útbúgving.
Soleiðis skrivaði heimasíðan hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum um avtaluna. Undirritanin fór fram í Norðurlandahúsinum. Har nærum jagstraði Kringvarpið amerikonsku sendikvinnuna fyri at fáa eina viðmerking um eini Twitter boð hjá henni, ið innihalda ákærur um valsvik í samband við amerikanska forsetavalið, ið júst hevði verið.
Les eisini:
Føroyar og USA skriva undir avtalu í dag
Í dag verður Biden innsettur
Í dag fer forsetaskiftið formliga fram í USA, og tað merkir, at tíðin hjá Carlu Sands sum sendikvinnu til Danmarkar er av, og at ein nýggjur persónur rímiliga skjótt verður settur í starvið.
Tað er á Twitter, at 60-ára gamla sendikvinnan takkar fyri seg, og Merkið er við. Carla Sands skrivar, at tað hevur verið ein framíhjárættur at verða sendikvinna til danska kongaríkið hjá Trump fyrisitingini seinastu trý árini. Carla Sands, ið tók við í desember 2017, skrivar víðari, at hon hevur notið at arbeitt fyri sambondum millum USA og Danmark, Føroyar og Grønland. Við postinum fylgir eitt sjónband, har nakrar myndir koyra - millum annað eru nakrar úr Norðurlandahúsinum.
It's been a privilege serving the Trump Administration for over 3 years as U.S. Ambassador to the Kingdom of Denmark. I’ve enjoyed promoting relations. Please continue to follow @USAmbDenmark to hear from Chargé d’Affaires Dwyer and the great team at @USEmbDenmark! pic.twitter.com/YeXuPP8NmX
— Ambassador Carla Sands (@USAmbDenmark) January 20, 2021
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald