Innanlands

Carla Sands vitjaði í Klaksvík

Hon er fyrsta amerikanska sendikvinna, ið hevur gjørt tað. Hon nevndi gestblídni sum nakað serstakt

Mynd: klaksvik.fo

Mynd: klaksvik.fo

2020-07-07 22:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Amerikanska sendikvinnan í Danmark, Carla Sands, er í hesum døgum á vitjan í Føroyum. Í morgun vitjaði hon á millum annað á deildina fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu.

Seinnapartin var Carla Sands við fylgi á vitjan í góðveðrinum í Klaksvík. Talan var ikki um almenna vitjan, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari. 

- Vit eru altíð errin, tá ið vit fáa høvi at greiða vitjandi frá tí, sum myndar okkara bý, vinnu- og mentanarliga. Sendikvinnan var ógvuliga hugtikin av, hvussu gestablíðir føroyingar eru, og nýtti veruliga róliga atburðin hjá føroyingum, sum samstundis hava so stóra drívimegi. Serliga helt hon tað var hugtakandi, at ein so lítil býur sum Klaksvík kann hava so stóra framdrift, tá greitt varð frá um nýggja miðbýin og aðrar.

Soleiðis greiðir Signhild V. Johannensen, varaborgarstjóri, frá á klaksvik.fo.  

Carla Sands er fyrsta amerikanska sendikvinna, sum hevur vitjað í Klaksvík. Hon vitjaði millum annað í Nólsoyar Pálshúsinum og hjá Norðlýsinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder