Síðan gjøgnumbrotið í byrjanuni av 00’unum, hevur danski bólkurin Carpark North gjørt um seg.
Teir eru ein kreativ trio, ið hava megnað at veri dominerandi á danska rokkpallinum, við risahittum sum ‘Transparent and glasslike’, ‘Human’ og ‘Save me from myself’. Hetta hevur ført við sær, at Carpark North verið trúgvur gestur á bæði donskum og útlendskum hittlistum.
Bólkurin er mannaður av bassspælarinum Søren Balsner, trummusláarinum Morten Thorhauge og sangarinum og guitarspælarinum Lau Højen, og eru teir kendir fyri at vera ógvuliga orkufullir á pallinum.
Carpark North spæla bæði eksplosivt rokk og akkustiskar og melidiøsar balladur. Teir skilja seg út frá mongdini, sum ein sera originalur bólkur og hava teir eisini vunnið fleiri virðislønir. Studiofløgurnar hjá donsku elektro rokkarunum hava fingið avíkavist platin, gull og platin sølutøl.
Vørumerkið hjá bólkinum er í alt størri mun vorðið góðu konsert framførslurnar og hevur hendan dugnaliga trio eitt internationalt ljóð, ið hevur ført við sær at bólkurin hevur spælt konsertir kring heimin. Tí gleða vit okkum serliga nógv til, at aftur fáa hesar føroyavinir á vitjan á havnargøtum 22. juli 2023, tá Tórsfest verður á skrá.
Frammanundan er greitt at Lukas Graham, Páll Finnur Páll og Peter Schmeichel & The Ones koma á Tórsfest.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald