
Hósdagin letur Spf. Carro upp í nýggjum verkstaðsbygningi á Hálsi, beint við Vága Floghavn.
Í mars í 2017 brendi bilverkstaðið í Sandavági har sp/f Carro hevði havt sítt virksemi síðani 1992. Bygningurin var júst uppstigaður, so hettar var ein dyggur smeitur fyri felagið.
Carro flutti beinanveg í fyribils hølir í Miðvági og har hevur felagið húsast síðan.
Eftir at virksemi kom í gongd aftur, fóru fyrireikingarnar, at byggja ein nýggjan bygning í gongd. Arbeitt var við nógvum ymsum loysnum, og í 2019 keypti felagið eitt vinnuøkið á Hálsi, beint við Vága Floghavn. Økið er góðar 4.300 fermetrar til støddar.
Loysnin bleiv ein bygningur, sum tilsamans er góðar 900 fermetrar. Byggingin byrjaði á sumri í fjør og nú í vikuni, er klárt at flyta inn í bygningin.
Umframt alt mekaniskt arbeiðið, kemur Carro framyvir eisini at gera alt plátu/lakeringsarbeiðið og umvæla el-bilar. Nýggj lakeringsdeild, við klárgerðingarumstøðum og nýggjari sproytukabinu, er sett upp, og tískil eru góðar umstøður at gera tað arbeiðið. Lyftir og arbeiðsøkir eru serliga til el-bilar, og her kemur Carro at fáa góðkenning til el-bilar. Verkstaðið hjá Carro er eisini góðkent av Akstovuni til umsýn.
Felagið hevur góða arbeiðsmegi og at byrja við koma tað at verða fimm fólk í starvi. Væntast kann, at onkur legst afturat, tá virksemi er komi í gongd. Stjóri í Spf. Carro er Niels Nattestad.
Ætlanin er, at vísa bygningin fram og hátíðarhalda dagin tá eitt sindur av tíð er fráliðin.
Arbeitt verður í hesum døgum við at flyta út í nýggja bygningin. Sostatt fer alt virksemi hjá felagnum at halda til á Hálsi 2, frá hósdegnum 23. september.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald