Mentan

Cate Blanchett er Lydia Tár í eini mannfólkaverð

Filmur um kvinnuligan orkesturleiðara á altjóða kvinnudegnum

2023-03-02 10:16 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Altjóða kvinnudagin verður møguleiki at fylgja Cate Blanchett, sum spælir Lydia Tár, ið er víðagitin dirigentur og tónskald, og hartil fyrsta kvinna, at stjórna Berlinarsymfonikarunum. Á slóðbrótandi hátt førir hon orkestrið og seg sjálva fram í eini klassiskari mannfólkaverð, ið ikki hevur sæð tílíka kvinnu áður.

Lydia er á toppinum, og sum dirigentur hálar hon eisini í traðrirnar og fleiri vilja verða við, at hon manipulerar.

Millum arbeiði og familju hevur hon í hyggju at geva út egnar endurminningar í bók, og ætlar at gera eina konsertupptøku við Fimtu Symfoni hjá Gustav Mahler. Hvussu fær Lydia Tár allar hesar ætlanir at ganga upp uttan at møta mótstøðu?

Cate Blanchett brilljerar í leiklutinum sum klassiskur dirigentur, og fekk fyri avrikið fyrstu virðisløn á filmstevnuni í Venezia í fjør, Golden Globe og BAFTA virðislønina sum besti kvinnuligi leikari. ”Tár” er í seks førum í uppskoti at vinna Oscarvirðislønina 12. mars.

Oscarvirðislønta Hildur Guðnadóttir, sum vit kenna frá ”Joker”, hevur gjørt tónleikin. Higartil hevur stórbæri filmurin vunnið 65 virðislønir og verið tilnevndur 237 ferðir.

Leikstjóri er amerikanski Todd Field. Umframt Cate Blanchett síggja vit Mark Strong, Noémi Merlant, Nina Hoss og Sophie Kauer.

Filmsfelagið vísir filmin “Tár” 8. mars klokkan 20. 

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder