99 ára gamli Philip prinsur varð innlagdur týskvøldið, og sum skilst verður hann ikki útskrivaður, fyrr enn í komandi viku.
Sambært bretskum miðlum er 72 ára gamli Charles prinsur tann fyrsti í familjuni, sum vitjar Philip prins á sjúkrahúsinum.
Les eisini: 99 ára gamli Philip prinsur innlagdur
Charles prinsur sá heldur syrgin út, tá hann í gjár fór inn á King Edward VII Hospital í London at vitja pápa sín.
Hildið verður, at hetta hongur saman við støðuni, sum bretska kongshúsið nú er í, nú Harry prinsur og hertogafrúan Meghan hava boðað frá, at tey ikki koma aftur til kongshúsið.
Les eisini: Bretska kongshúsið: Harry og Meghan koma ikki aftur
At Charles prinsur vitjar pápa sín á sjúkrahúsinum hevur eisini skapt øsing, av tí at fólk annars ikki sleppa at vitja á bretsku sjúkrahúsunum. Bretar sleppa tó at vitja avvarðandi á sjúkrahúsunum, um tey liggja fyri deyðanum, ella um tey hava tørv á fylgjara í sambandi við kanningum.
Orsakað av hesum hava tí eisini verið gitingar um, at støðan hjá Philip prinsi kundi verið meira álvarsom, enn kongshúsið annars hevur upplýst.
Sambært kongshúsinum varð prinsurin innlagdur eftir áheitan frá lækna, eftir at hann hevði kent seg illa í nakrar dagar.
Sambært B.T. eru bæði Philip prinsur og kona hansara, 94 ára gamla Elizabeth drotning, vorðin koppsett móti covid-19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald