Uttanlands

Chris Brown er leyslatin

Franska løgreglan sleppur ákærunum um neyðtøku

2019-01-23 10:14 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kendi amerikanski sangarin Chris Brown varð í gjár handtikin í Paris. Franska løgreglan handtók sangarin, tí at hann var undir illgruna fyri neyðtøku.

Chris Brown, ein vinur hansara og lívverji hansara vórðu handtikinir í gjár, men eru nú allir leyslatnir. Fronsku ákærumyndugleikarnir hava slept ákærunum um neyðtøku.

Chris Brown hevur fyrr verið í stríð við lógina fleiri ferðir, og var í 2009 dødmur fyri harðskap móti táverandi unnustu síni, sum var kenda sangarinnan Rihanna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder