Uttanlands

Chris Brown handtikin í Paris

Sangarin verður ákærdur fyri neyðtøku

2019-01-22 15:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Heimskendi amerikanski sangarin Chris Brown er handtikin í Paris. Hann verður nú ákærdur fyri neyðtøku og fyri brot á rúsevnislógina.

CNN skrivar, at Chris Brown og tvey onnur fólk eru handtikin.

Chris Brown hevur fleirir ferðir havt trupulleikar við lógini, og var ákrædur fyri harðskap móti táverandi damu síni Rihanna í 2009. Hann varð dømdur og fekk fimm ára royndartíð, umframt samfelagstænastu.

Í juli varð hann handtikin aftaná eina konsert, fyri eina hending í 2017, har hann varð ákærdur fyri at hava sligið ein mann, sum tók mynd av honum, uttan at hann gav loyvi til tað.

Myndugleikarnir í Paris vilja enn ikki siga nakað um handtøkuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder