68 ára gamli Chris Norman tóktiskt at vera í toppformi á Vágsbøi í kvøld. Frá byrjan royndi hann at fáa fjøldina meira við.
- Har eru nógv fólk í barrini. Latið vera við at drekka og kom fram her, segði hann
Men tað var ikki bara sum at siga tað. Tað er høgætt í Klaksvík og bítandi kalt hetta summarkvøldið á Summarfestivalinum. So kalt at Chris Norman mátti stemma gittaran meðan hann lagið “Alice” var í gongd. Hetta kláraði royndi tónleikarin tó uttan nakrar stórvegis trupulleikar.
Hóast kuldan var talan var um eina sera góða konsert. Nógv av teimum kendu løgunum vóru spæld, og eina eykalagið “Wild Wild Angels” riggaði eitt nú ógvuliga væl.
Magni Christiansen framførur nú í Tjaldinum og á midnátt verður stórt plátuvendarabrak á Vágsbøi við norsku Nico & Vinz.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald