Innanlands

Christian í Grótinum keypt bygningin hjá Nema í Klaksvík

Deildin hjá Nema verður flutt longur heim í býin - ikki er greitt, hvat bygningurin verður nýttur til

Gudny Langgaard, stjóri í Nema, sigur við Norðlýsið, at tað ikki hevur lætt at funnið nakað hóskandi nýtt høli lyta inn í, men nú er ein loysn funnin

Gudny Langgaard, stjóri í Nema, sigur við Norðlýsið, at tað ikki hevur lætt at funnið nakað hóskandi nýtt høli lyta inn í, men nú er ein loysn funnin

2021-06-10 19:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nema fer skjótt at flyta í nýggj høli í Klaksvík. Hetta er greitt, eftir at felagið Christian í Grótinum hevur keypt bygningin á Stangavegnum, heilt har norðuri í Klaksvík, har Nema leingi hevur húsast.

Ætlanir hava leingi verið um at menna deildina í Klaksvík og at flyta hana longur heim í býin, sigur Gudny Langgaard við Norðlýsið í dag.

- Tað hevur ikki verið lætt at funnið nakað hóskandi hjá okkum at flyta inn í, sum er meira ásýniligt í handilslívinum í Klaksvík, men nú hava vit funnið eina nøktandi loysn. Vit síggja stórar møguleikar í at menna okkara virksemi her á staðnum, sigur stjórin í Nema. 

Tað er ikki greitt enn, hvat Christian á Grótinum fer at nýta bygningin til. Talan er um eina íløgu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder