Í dag verður komandi danski kongurin, Christian prinsur, myndigur.
Christian prinsur er elstur av fýra børnum hjá Fríðriki krúnprinsi og Mary krúnprinsessu. Hann er nummar tvey í arvarøðini, aftaná pápan.
Christian Valdemar Henri John, prinsur av Danmark, greivi av Monpezat varð føddur á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn 15. oktober 2005. 21. januar 2006 varð hann doyptur í Christiansborg Slotskirke, og 15. mai 2021 varð hann fermdur í Fredensborg Slotskirke.
Fríðrikur krúnprinsur, Christian prinsur, og Mary krúnprinsessa (Mynd: (Mynd: Keld Navntoft, danska kongshúsið)
18 ára føðingardagurin verður hátíðarhildin í Danmark í dag.
Hátíðarhaldið byrjaði klokkan 11 okkara tíð við, at Christian prinsur veitraði til fólk frá svalanum á Frederik VIII's Palæ á Amalienborg saman við foreldrum og systkjum sínum.
Klokkan 16 verður Margreta drotning vertur fyri gallataffel á Christiansborg, har 200 ung úr donskum kommunum, Føroyum og Grønlandi eru boðin við.
Les eisini: Elias, Andrias og Astrið í kongaligan føðingardag
Vincent prinsur, Isabella prinsessa, Fríðrikur krúnprinsur, Christian prinsur, Mary krúnprinsessa, og Josephine prinsessa (Mynd: Keld Navntoft, danska kongshúsið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald