Innanlands

Elias, Andrias og Astrið í kongaligan føðingardag

Fimm føroyingar verða til 18 ára føðingardagin hjá Christian prinsi sunnudagin

Elias Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu (Mynd: Sverri Egholm)

2023-10-14 19:02 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Umframt Emmu Bech Christiansen av Argjum og Andrias Garðsá úr Havn, eru tríggir aðrir føroyingar bodnir við til 18 ára føðingardagin hjá Christian prinsi.

Løgmansskrivstovan hevur valt tvey ítróttarfólk og ein tónleikara at umboða Føroyar.

Talan er um hondbóltsspælaran Elias Ellefsen á Skipagøtu, violinspælaran Andrias Haraldson Blaasvær og fimleikaran Astrið Nanly Breckmann.

Tað veit Kringvarpið í dag.

Stóri dagurin verður í morgin 15. oktober á Christiansborg slotti.

[object Object]Andrias Haraldson Blaasvær

[object Object]Astrið Nanly Breckmann (Mynd: Fimleikasamband Føroya)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder