Mentan

Clinton-gølan verður sjónvarpsrøð

Sjónvarpsrøðin um málið um Bill Clinton og Monica Lewinsky verður eftir ætlan tøk fáar vikur áðrenn forsetavalið næsta ár

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton (Mynd: EPA)

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Bill Clinton (Mynd: EPA)

2019-08-10 12:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

- I did not have sexual relations with that woman, Miss Lewinsky.

Hetta má sigast at vera eitt rættiliga kent sitat frá fyrrverandi amerikanska forsetanum, Bill Clinton. Síðst í 90'unum mátti Bill Clinton ígjøgnum eitt ríkisrættarmál orsakað av sambandinum við Monica Lewinsky, sum hevði verið praktikantur í Hvítu Húsunum.

Nú verður nógv umrødda málið gjørt til eina sjónvarpsrøð við navninum "Impeachment" (ríkisrættarmál, red.).

Nýggja røðin verður tann triða sesongin av "American Crime Story", sum áður hevur sagt frá søgun um m.a. morðið á Gianni Versace, og rættarmálið móti O. J. Simpson.

Men eitt sum verður øðrvísi við hesari sesongini er, at ein av høvuðspersónunum í málinum hesuferð er við í framleiðsluni.

Monica Lewinsky er nevniliga ein av framleiðarunum.

- Fólk hava yvirtikið og greitt frá mínari síðu av søguni í áratíggju. Tað er fyrst tey seinastu árini, at eg havi havt møguleika fyri at endurvinna mína søgu; næstan 20 ár seinni, sigur Monica Lewinsky.

Monica Lewinsky sigur, sambært DR, at hon fegnast um ta menningina, sum samfelagið hevur verið ígjøgnum, sum ger, at fólk sum hon nú kunnu luttaka í kjakinum.

[object Object]Monica Lewinsky greiðir frá sínum sambandi við Bill Clinton í Oslo í 2015 (Mynd: EPA)

Men tó eru ikki øll, sum halda, at nýggja røðin er eitt gott hugskot.

FX Networks, sum stendur aftanfyri røðini hava lagt ætlan um, at røðin skal gerast tøk 27. september næsta ár. Bert fimm vikur áðrenn amerikanska forsetavalið, sum verður 3. november 2020.

Fólk meta, at røðin kann hava ávirkan á forsetavalið, og tí finnast tey at henni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder