Uttanlands

Clinton, Trump og Andrew prinsur nevndir í Epstein-skjølunum

Fyrrverandi amerikansku forsetarnir eru tó ikki undir illgruna fyri at hava framt nakað lógarbrot – verri er við Andrew prinsi

Andrew prinsur - skuldsetingarnar móti honum eru nú skjalfestar í almennum skjali frá rættinum (Savnsmynd: EPA)

Andrew prinsur - skuldsetingarnar móti honum eru nú skjalfestar í almennum skjali frá rættinum (Savnsmynd: EPA)

2024-01-04 08:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt fleiri hundrað síður langt skjal frá kanningararbeiðinum í sambandi við stóra málið móti amerikanska milliardinginum, Jeffrey Epstein, er nú almannakunngjørt. Her verða næstan 200 politikkarar og vinnulívsfólk nevnd – teirra millum fyrrverandi amerikansku forsetarnir, Bill Clinton og Donald Trump, umframt bretski Andrew prinsur.

Tað var í desember, at ein dómstólur í New York tók avgerð um, at skjølini í ákærunum um kynsligan ágang og sextrælkan, skuldu almannakunngerast.

Nú eru so allar 900 síðurnar tøkar, og væntandi verða fleiri skjøl latin leys hesar komandi vikurnar.

Stórur partur av innihaldinum í skjalinum er kendur frammanundan, men hetta er fyrstu ferð, at upplýsingarnir koma frá sjálvum rættinum. Í tilfarinum eru persónar, sum eru undir ákæru í umfatandi rættarmálinum móti Jeffrey Epstein.

Ein av hesum umrøddu persónum, er Andrew prinsur, skrivar Sky News. Hann er skuldsettur fyri at hava gjørt seg inn á eina kvinnu í eini íbúð hjá Epstein á Manhattan í 2001. Eftir ákærurnar tók bretski prinsurin seg aftur frá almenninginum, tí hansara vinarlag við Epstein gjørdist ein trupulleiki fyri bretska kongshúsið.

Forsetar nevndir - men ikki tyngjandi

Bill Clinton er eisini nevndur í skjalinum. Sambært einum talsfólki hjá fyrrverandi forsetanum, hevur Clinton á einum sinni flogið við einum privatflogfari hjá Epstein, men er ikki skuldsettur fyri nakað lógarbrot.

Eisini navnið hjá Donald Trump er at finna. Tað er tí, at Epstein á einum sinni royndi at ringja til Trump fyri at vitja eina spælihøll hjá honum.

Hvørgin av fyrrverandi forsetetunum eru skuldsettir ella settir í samband við nakað av brotsverkunum, sum Jeffrey Epstein varð skuldsettur fyri.

Jeffrey Epstein varð handtikin í 2019, undir illgruna fyri sextrælkan (traficking) mótvvegis ungum gentum og kynsligan ágang í árunum 2002 til 2005. Hann kundi rokna við einum fongsulsdómi upp til 45 ár. Epstein gjørdi sjálvmorð í fongslinum í august 2019. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder