Upprunaliga var tað Brasil, sum skuldi vera vertur fyri COP25-veðurlagstoppfundinum hjá ST, men brasilski forsetin, Jair Bolsonaro, avlýsti. Síðani var ætlanin, at fundurin skuldi vera í Costa Rica, men av fíggjarligum orsøkum bar hetta ikki til, og síðani fekk Kili vertskapin.
Seinastu vikurnar hava stórar, harðligar mótmælisgongur verið í Kili, og landsins forseti hevur tí boðað frá, at fundurin ikki kann vera í Kili kortini.
Les eisini: Forsetin í Kili avlýsir toppfundir
Sambært DR er nú avgjørt, at fundurin skal vera í spanska høvuðsstaðnum Madrid.
Greta Thunberg manglar fart til Evropa
At veðurlagstoppfundurin verður fluttur úr Kili til Spania hevur givið svenska veðurlagsaktivistinum, Greta Thunberg, eitt sindur av trupulleikum.
Greta Thunberg sigldi til New York í august, av tí at hon ikki ynskti at flúgva orsakað av CO2-útlátinum hjá flogførunum, og síðan tá hevur hon verið í Amerika, har tað var ætlanin at hon skuldi vera, til hon skuldi á veðurlagstoppfund í Kili um ein mánað – 2. desember.
Men sum kunnugt verður toppfundurin ikki hildin í Kili kortini, og sostatt noyðist Greta at finna sær fart til Madrid. Á Twitter og Facebook skrivar hon m.a. soleiðis:
- Tað vísir seg, at eg havi ferðast tvørtur um jørðina – men skeivan veg. Nú tørvar mær hjálp at sleppa tvørtur um Atlantshavið í november. Um nakar kann hjálpa mær við at finna fart, hevði eg verið takksom.
COP25-toppfundurin verður í døgunum 2. - 13. desember.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald