- Enn hava vit ikki sæð nakra afturgongd í ferðafólkatalinum, men vit eru vitandi um, at tiltøk, so sum tónleikaframførslur, ítróttartiltøk og handilsstevnur uttanlands í hesum døgum verða avlýst. Tí er neyvan ivi um, at ferðir komandi tíðina fara at verða avlýstar, sigur Regin I. Jakobsen, stjóri, í tíðindaskrivi frá Vága Floghavn seinnapartin.
- Útbrotið av covid-19 hevur stóra ávirkan á flogvallir og ferðamál aðrastaðni, og hetta fer væntandi eisini at ávirka ferðsluna um okkara leiðir, um umfarssjúkan heldur fram at herja, sigur hann.
Fyrstu mánaðirnir av 2020 eru gjørdir upp, og vøksturin er gott 10 prosent. 44.113 ferðandi komu og fóru í januar og februar mánaði 2020 í mun til 40.265 sama tíðarskeið í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald