2020-03-14 16:35
Ein dani er deyður orsakað av Covid-19. Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni seinnapartin.
Talan er um 81 ára gamlan veikan borgarar, sum var innlagdur fyri aðrar álvarsamar sjúkur, og sum hevur víst tekin upp á møguliga infektión av coronavirusinum.
Danskir heilsumyndugleikar hava mett, at millum 1.600 og 5.600 danir fara at doyggja orsaka av coronasmittuni. Helst verður deyðstalið nærri teimum 1.600 vænta myndugleikarnir.
Danski sjónvarpslæknin Peter Qvortrup Geisling, sigur við DR, at til samanberingar doyggja í miðal 1000 danir av influensa árliga.
Bæði í Noreg og Svøríki eru tvey fólk deyð av coronavirusinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald