Ein kvinna, sum fyri viku síðani kom til Svøríkis úr Wuhan í Kina, hevur fingið staðfest corona-smittuna, sum sostatt nú er staðfest í Svøríki.
Í dag váttaði Folkhälsomyndigheten í Svøríki í tíðindasrkrivi, at corona-virussið er staðfest í landinum.
Sjúklingurin er innlagdur á sjúkrahús í Jönköping í Smálandi. Tað snýr seg um eina kvinnu, sum vitjaði Wuhan landspartin í Kina, har virussið upprunaliga varð funnið.
Hon lendi i Svøríki 24. januar og hevði tá ongi tekin um smittu. Men nakrar dagar seinni fór hon at hosta og vitjaði læknan.
Kvinnan er nú avbyrgd á sjúkrahúsinum. Hon er ikki álvarsliga sjúk av smittuni, skrivar Folkhälsomyndigheten.
Svensku heilsumyndugleikarnir hava kannað royndir frá umleið 20 fólkum, sum hava víst tekin um smittu eftir at tey høvdu vitjað rakta økið í Kina.
Finnland var tað fyrsta norðurlandið, har corona virussið var staðfest. Finsku heilsumyndugleikarnir váttaðu mikudagin, at eitt kinesiskt ferðafólk í norðurfinska býnum Rovaniemi varð smittað, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald