Innanlands

Corona-virusið rakar Fútastovu

Matstovan í Gongini er fyribils afturlatin

2020-03-06 16:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Av tí at eitt starvsfólk á matstovuni Fútastovu hevur fingið staðfest corona-smittu, er matstovan fyribils afturlatin.

Johannes Jensen, stjóri á Gist og Vist, váttar fyri Portalinum, at eitt av starvsfólkunum hevur fingið smittuna á ferð uttanlands, og at avgerð tí er tikin um at lata matstovuna aftur, fyribils til 18. mars.

Av tí at viðkomandi frá lækna sínum í fyrsta umfari fekk at vita, at eingin vandi var á ferð, var kvinnan á matstovuni til arbeiðis ein dag eftir at hon var afturkomin.

Síðan varð staðfest, at hon hevði fingið smittuna. Starvsfólkini á Fútastovu eru síðan kannað av landslæknamyndugleikanum. Tvey eru sett í sóttarhald, meðan restin av starvsfólkunum á Fútastovu eru farin í sjálvbodna avbyrging.

Fútastova er fyribils stongd – har skal alt sprittast av áðrenn latast kann uppaftur, sigur Johannes Jensen, sum vísir á, at tilburðurin ikki rakar hinar matstovurnar í grannalagnum, ið hava opið sum vanligt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder