Nýggjastu tølini vísa, at meira enn 31.000 fólk eru smittaði. Sjúkan breiðir seg skjótt: Yvir 3000 eru skrásett seinasta samdøgrið. Í Kina eru 636 deyð orsaka av af virusinum.
Danmark:
- Ein dani ið kom heim úr Belgia varð innlagdur á Aarhus Universitetshospital í gjár. Hann varð kannaður men hevur ikki virusi. Tó er hann settur í "heimakarantenu" í tvær vikur, tí hilsumynduleikar meta, at vandin framvegis er har. Viðkomandi var á einum flogfarið frá Kina til Belgia, har ein umborð var smittaður
- Í morgun varð ein partur av Terminali 3 á flogvøllinum í Kastrup stongdur, tí ein kinesisk kvinna var komin har eftir ferð úr Kina g hevði gjørt vart við at hon føldi seg illa. Influensaeyðkennini vóru sambært donskum miðlum týðilig, og hon varð skjótt fingin í ein sjúkrabil og koyrd út á Hvidovre Hospital. Har er hon avbyrgd, og verður kannað fyri Coronavirusi. Sundhedsstyrelsen hevur kunnað TV 2 um, at eingin vandi er á ferð hjá øðrum ferðfólkum, ið vóru á flogvøllinum, og at tamaharld er á støðuni.
Les eisini: Kinesisk kvinna koyrd við sjúkrabili úr Kastrup
Li Wenliang:
Læknin ið royndi at ávara um vandan í desember. lat í gjár lív á sjúkrahúsi í Wuhan. 34-ára gamli maðurin fekk átalu frá løgreglu og mynduleikum fyri at spreiða ótta, men er síðani nærum vorðin næstan í Kina og verður róstur kring hemin. At hann ikki var' tikin í álvara, og at almennu fráboðanar um heilsustøðu hansara í gjár vórðu so skiftandi (varð steðfestur deyður tvær ferðir) hevur skapt øsing í Kina. Hetta hava fleiri sett orð á sosialu miðlunum, og altjóða miðlar og felagskapir (so sum Amnesty) dómfella eisini handfaringina, og málið verður nú kannað. Í Kina er eisini ónøgd við, at hóast Reyði Krossur hevur fingið fleiri millónir dollarar (upp ímóti 100) í hjálp, so hava sjúkrahúsini trupult við skaffa nóg mikið av ymiskum útbúnaði
Skipini:
- Eitt japankt ferðamannaskip liggur nú í karantenu við bryggju sunnafyri Tokyo . Fyrst vórðu 20 tilburðir av coronavirussinum staðfestur umborð á The Diamond Princess, og men innan eitt samdøgur vaks talið við 41. Ein 80-ára gamal maður úr Hongkong fekk staðfest virusi, stutt eftir at hann fór av skipinum. Sjúkan herjar eisini í Hongkong, har hon eisini rakar stóra flogfelagið. Hong Kong Airlines er í fíggjarligum trupulleikum, og støðan er versna orsaka av virusinum. Neyðugt er at siga 400 fólk upp og at minka ferðatalið frá 82 til 30 ferðir um dagin. Tey 3700 ferðafólkini á skulu vera umborð á The Diamond Princessí tvær vikur afturat.
Japanskir heilsumynduleikar royna at handfara støðuna á Diamond Princess (Mynd: EPA)
Westerdam hevur eisini vitjað Hongkong, og tað er orsøkin til, at mynduleikar á Filipsoyggjunum og japanskir býir nú ikki vilja taka ímóti skipinum hjá amerikanskt-bretska felagnum. Hongkong hevur ikki havt somu avmarkingar í samband við virusi, og skipið siglir nú í ring á opnum havi. Eingin av teimum 1455 fólkunum umborð hava coronaviursi, skrivar avstralska ABC News.
Trump og Jinping:
Kina og USA hava havt heldur spent viðurskifti seinastu longu tíðina, men Donald Trump hevur á Twitter róst kinesiska forsetanum Xi Jinping fyri at vera ein sterkan leiðara og fyri at gera ein góðan og málrættaðan innsats í roydnini at basa virusinum. Teir hava havt eitt telefonprát fyrrpartin, og Jinping undirstrikaði at hann trúði uppá at Kina fór at gera júst hetta. Tað stendur í einum tíðindaskrivi frá kinesiska uttanríkisráðnum, sum í vikuni harðliga fanst at USA fyri at yvirmeta álvaran í støðuni.
Innanlands
Coronavirus: Áleið 5000 fólk á ferðamannaskipum sleppa ikki í land
61 fólk á japanska "Diamond Princess" eru smittaði, og skipið er í karantenu. Tað er Westerdam ikki, men eingin havn í Japan vil taka ímóti skipinum. Her eru nøkur av feskastu tíðindunum um coronavirusi, ið ávirkar fleiri og fleiri
(Mynd: EPA)
2020-02-07 12:31
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald