Coronavirusi er framvegis ikki komið til Danmarkar. Í tveimum førum, eina ferð í Aarhus og eina ferð í Aalborg er ein persónur innlagdur og kannaður fyri álvarsligu sjúkuna, ið hevur herjað í Kina síðani endan av 2019, og sum hevur rakt áleið 30.000 fólk.
Fyri løtu síðani skrivaðu danskir miðlar, at ein kinesisk kvinna hevði vent sær til starvsfólk á flogvøllinum, eftir at hon hevði fingið sítt viðføri. Hon føldi seg ikki væl og hevði influensaeyðkenni, ið minna um tey, sum ein ið hevur coronavirus fær. Kvinnan hevði masku uppi á.
Í sambandi við coronavirusið eru leiðreglur í Danmark og aðrastaðni kring heimin fyri at at forða einum útbroti. Í hesum førinum innibar tað, at ein sjúkrabilur so skjótt sum gjørligt kom eftir kvinnuni, og at ein partur av Terminal 3 varð stongdur. Eftir reingering er hann nú opin aftur.
Kvinnan kom við flogfari úr Kina, við millumlending í Helsinki. Hon er koyrd á á Hvidovre Hospital, har hon er fullkomilga avbyrgd frá øðrum. Kanningarnar verða sendar til Statens Serum Institut.
TV2 skrivar, at fólk á flogvøllinum hava sæð nógvar trygdarvørðar í trygdardraktum, og at tað er nakað av undran og eisini eitt sindur av fjáltri á fólki.
Dagført: 09.57
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald