Innanlands

Coronavirus fyribils ikki í Føroyum

Fyribils úrslitini av royndunum, sum vóru tiknar av tveimum føroyingum í dag, eru negativ

2020-02-28 19:19 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey bæði fólkini, sum í dag vórðu kannað fyri corona í dag hava eftir øllum at døma ikki corona-smittuna. Tað vísir úrslitið av royndunum, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur kannað.

Hesum greiddi Tummas í Garði, varastjóri í Sjúkrahúsverki Føroya, í Degi & viku fyri løtu síðani.

Royndirnar eru eisini sendar til Danmarkar, og tað úrslitið verður ikki greitt fyrr enn í morgin, men Tummas í Garði sigur, at tær royndirnar helst ikki vísa eitt annað úrslit.

Fólkini hava verið avbyrgd í egnum heimi í dag, og tað verða tey til úrslitini eru komin úr Danmark, upplýsti Tummas í Garði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder