![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Coronavirusið, ið hevur herjað síðani seinast í 2019, ger nú meira um seg á okkara leiðum. Samanlagt eru nú yvir 20 fólk smittaði í Danmark og Íslandi, og eisini í Noreg og Svøríki eru nakrir tilburðir.
Í Føroyum eru tvey fólk kannaði við covid-19, men royndirnar vóru negativar.
Klokkan 10 fyrrapartin í dag verður tíðindafundur í Heilsumálaráðnum, har tað verður kunnað um støðuna við corona virus í Føroyum.
Á tíðindafundinum verða Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, og Lars Fodgaard Møller, landslækni.
Vit hava meira seinni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald